Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava sett navn á teir 18 spælararnar, ið skulu umboða føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Brøndby Cup 2016.
Aftur í ár fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum at taka lut í Brøndby Cup í Danmark. Kappingin verður frá 29. juli til 3. august.
Venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava fyrireikað hópin væl til kappingina, og teir, ið nú eru úttiknir til Brøndby Cup 2016 eru hesir:
Bjarke Ejlskov Danielsen, Vejle BK (DEN)
Dánial Danielsen, NSÍ
Alvi Jespersen, B71
Noah Mneney, ÍF
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Jóhan Joensen, B36
Filip Fuglø, Víkingur
Samuel J. Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Tórur Joensen, HB
Jónas Warner, B71
Meinhard Janusarsson, NSÍ
Kristian K. Hentze, B71
John Johannesen, KÍ
Leivur F. Guttesen, HB
Gulak A. Jacobsen, KÍ
Gutti D. Olsen, EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald