Ítróttur

U15-landsdystur á Tórsvølli

...

2016-09-14 22:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hósdagin 15. september klokkan 17:00 skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum aftur royna seg ímóti Sveis. Hesaferð verður spælt á Tórsvølli.

Týsdagin varð føroysk fótbóltssøga skrivað, tá okkara U15-landslið við dreingjum spældi sín fyrsta altjóða landsdyst. Dysturin bleiv spældur í Klaksvík, mótstøðuliðið var Sveis, og úrslitið gjørdist 4-1 til sveisar. Einsamalla føroyska málið skoraði Símun Sólheim við brotssparki.

Í nógv ár hava Føroyar tikið lut við U15-landsliðnum við dreingjum til ymiskar kappingar í Skotlandi og Danmark, men ongantíð áður hevur U15-liðið spælt ímóti einum landsliði. Hesin dystur var tí ein serlig avbjóðing fyri spælarar og venjarar.

- Vit vistu ikki heilt hvat vit skuldu vænta, men vit sóu skjótt, at sveisiska liðið var sterkt. Samanumtikið eru vit kortini nøgdir við tað, sum okkara spælarar gjørdu og tað teir royndu at gera, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum.

 

Sveisiska ferðalagið, ið telur 20 spælarar og átta venjarar og hjálparfólk, kom til Føroyar mánakvøldið. Á føroyaferðini skulu sveisararnir spæla tveir dystir, og tann seinni verður á Tórsvølli hósdagin 15. september klokkan 17:00.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í fyrra dystinum ímóti Sveis, sum varð spældur við Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: Heri Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder