Ítróttur

U15 Dreingir: 3-3 ímóti Haderslev FK

...

2017-05-25 10:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Mikudagin spældi føroyska U15-landsliðið við dreingjum javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Føroysku málskjúttarnir vóru Mattias Weihe Joensen, sum gjørdi tvey mál, og Súni Hansen. Tað var annars ikki fyrr enn í seinastu løtu, at javnleikurin kom í hús.

Mótstøðuliðið, sum var Haderslev FK, kom á odda 1-0, 2-1 og 3-2, men okkara dreingir góvu ongantíð skarvin yvir. Mattias Weihe Joensen javnaði til 1-1, Súni Hansen skoraði til 2-2, og tá ein minuttur var farin út yvir vanligu leiktíðina, var Mattias aftur upp á spæl, og javnaði til 3-3.

MYNDIR

Esbjerg Elite Cup er ein sterk kapping, har bara úrvalslið, ið fáa innbjóðing til kappingina, sleppa at luttaka.

Næsti dystur í kappingini verður hósdagin, og tá skal føroyska liðið spæla ímóti Vejle, meðan triði dystur í bólkaspælinum verður fríggjadagin, tá Lyngby er mótstøðuliðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder