Ítróttur

U 19 flogbóltur: Genturnar møta Íslandi í fjórðingsfinaluni

...

2016-10-29 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í seinna dystinum í gjár skuldu genturnar royna at fáa eitt betri úrslit enn í fyrra dystinum, sum var ímóti Danmark. Hesaferð var tað Noreg, ið stóð hinumegin netið, og tað skuldi vísa seg at gerast trupult.

Framgongd

Føroysku kvinnurnar vóru í tveimum teimum fyrstu settunum undir øgiligum trýsti frá fyrsta bríksli. Serliga var fyrsta settið tungt, og har var ongantíð talan um nakað trýst frá Føroyum. Næsta settið var javnari frá byrjan, men Noreg vann seg 6-7 stig framum mitt í settinum og helt leiðsluna. Í triðja settinum byrjaðu Føroyar framúr væl, og vóru frammanfyri 5-0 og fylgdu Noregi væl langt upp í settið. Móttøkuspælið var ov svingandi ígjøgnum dystin, men tó nógv betri enn ímóti Danmark, og yvirhøvur var talan um ein góðan dyst hjá Føroyum ímóti Noregi. Hetta varð undirstrikað av, at Noregi seinni vann 3-1 á Danmark.

Ísland í fjórðingsfinaluni

Leygarmorgunin kl. 9.30 skulu føroysku kvinnurnar aftur í dyst. Tá er tað Ísland, sum er mótstøðuliðið. Ísland vann 3-2 ímóti Onglandi, eftir at hava verið aftanfyri 0-2. Hin innleiðandi dystin tapti Ísland 0-3 fyri Svøríki, men dysturin var tó sera javnur, so føroysku kvinnurnar skulu spæla upp til sítt allar besta, fyri at steðga Íslandi.

Føroyar ??? Ísland verður leiktur kl. 9.30 og verður stroymaður beinleiðis á:www.volleyballengland.org

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder