Ítróttur

U 17 bragd: Vælnøgdur venjari eftir 3-0 á Noreg

...

2017-10-17 19:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bólkaspælið liðugt

Bólkaspælið í NEVZA U17 2017 er nú um at vera liðugt. U17 dreingirnir hava spælt ímóti Svøríki, Danmark og Noregi.

Fyrsta dystin í gjár ímóti Svøríki taptu okkara dreingir 3-1 í einum dysti, har teir spældu fult upp til svenska liðið - og um eydnan hevði verið við teimum, kundu teir havt tikið stig frá Svøríki.

Í morgun var mótstøðuliðið Danmark, og gjørdist úrslitið 3-0 til Danmark. Aftur í hesum dystinum spældi føroyska landsliðið væl, og spældu upp til Danmark í teimum báðum fyrstu settunum.

3 ??? 0 á Noreg ??? eitt liðavrik

Sæð út frá hesum báðum dystunum, sóu leikararnir ein møguleika fyri at vinna á Noregi í triðja og seinasta dystinum í bólkaspælinum, og tí vóru teir sera uppsettir uppá dystin. Og okkara dreingir gjørdu ikki mætari enn at vinna 3-0 í einum sera tøttum og spennandi dysti.

Okkara leikarar vóru sum verða man sera fegnir aftaná dystin. Um dystin siga teir, at teir longu undir upphitingini høvdu eina góða kenslu av, at her høvdu teir møguleikan at vinna.

Dysturin gekk sera javnt á, og hóast okkara dreingir í fleiri førum vóru aftanfyri, bardust teir fyri hvørjum bólti. Liðið var undir hørðum trýsti allan dystin, men leikararnir upplivdu, at liðið virkaði sum ein heild, og vóru teir sera vælnøgdir við tað. ???Tað var stuttligt at spæla og fantastiskt at vinna???, var ein viðmerking frá einum spælara aftaná dystin.

Væl nøgdur venjari

Venjarin Rajko Petrovic: ???Eg eri sera vælnøgdur við avrikið hjá dreingjunum í øllum trimum dystunum. Eg væntaði nógv av áðrenn kappingina, men eri ovfarin av, hvussu væl teir hava klárað seg ímóti Svøríki, har stigini yvir fýra sett vóru 95/86 til Svøríki. So hetta var ein sera sera tættur tættur dystur.???

Um dystin móti Noreg í dag sigur hann: ???Eg var sera væl nøgdur við, hvussu væl dreingirnir megnaðu høga trýsti gjøgnum øll trý settini - serliga í triðja setti, har vit vóru aftanfyri 12-16, komu upp á 19-17 og vunnu dystin 25-23. Tað var serliga í móttøkuni at dreingirnir vóru sterkir.???

Noreg ??? Føroyar 0-3 (24-26) (23-25) (24-26)

Næsti dystur hjá dreingjunum er í morgin kl. 11 føroyska tíð, tá teir spæla ímóti Onglandi.Dysturin verður stroymaður áhttp://www.volleytv.dk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder