2017-07-13 10:48
Ein týskur kavbátur U32 og týska herskipið Main eru í morgun stødd í føroyskum sjógvi - í løtuni eru tey stødd nakrar fj. suður úr Tindhólmi har danska verjuskipið Hvidbjørnen tekur ímóti teimum.
Sambært Vesselfinder so skal kavbáturin á Havnina, men um týska herskipið eisini skal á Havnina vita vit ikki í løtuni.
Sí eisini myndinar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald