Ítróttur

Týskland vann EM við at vinna 24-17 á Spania

...

2016-02-01 00:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Týskland vann fult uppiborðið EM-finaluna á Spaniu - úrslitið gjørdist 24-17, eftir at Týskland førdi 10-6 í hálvleikinum.

Týskland byrjaði nógv betri, teir løgdu sjógv millum seg og mótstøðuliðið beinanvegin. Tá ið 16 minuttir vóru leiktir var støðan 7-2 til Týskland - og dysturin var avgjørdur - Týskland helt leiðsluna allan vegin, teir lovaðu ongantíð spaniólum at nærkast sær - Sigast má, at íslendski venjarin hevur fingið nógv burturúr týska liðnum, serliga havandi í huga, at nógvir av toppspælarunum hava givið avboð til EM-kappingina.

Annars má sigast um finaluna, at hon gjørdist ikki spennandi, nógvir feilir vórðu gjørdir av báðum pørtum, men serliga vóru tað spaniólar, sum vístu vánaligt spæl, alt teirra álopsspæl koyrdi inn á miðjuna, men har stóð týska verjan sum ein múrur, spaniólar broyttu ongantíð álopsspælið, hóast teir ongantíð fingu tað at rigga - skuffandi.

Myndirnar eru frá AP (Foto: KACPER PEMPEL).



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder