Ítróttur

Týska landsliðið komið til Føroyar

...

2013-09-09 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kl. 12.25 lendi flogfarið hjá Atlantic Airways í Vágum við týska landsliðnum umborð. Flogfarið hevði verið í Munchen eftir týska liðnum og fleyg haðani beinleiðis til Føroyar.

Nógv fólk var komið á flogvøllin at taka ímóti, men týsku fótbóltsmennirnir við fylgi fóru beint í ein buss inni á flogvøllinum. 

Fylgið er nú áveg til Havnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder