Í gjár, 10. desember, helt Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum røðu á móttøku á Vága floghavn í samband við, at Atlantic Airways hevur fingið fyrstu nýggju AW139 tyrluna.
Í røðuni segði landsstýrismaðurin, at Atlantic Airways hevur verið í støðugari menning øll árini, og avrikini tala fyri seg. Nýggju tyrlurnar fara at framtíðartryggja tyrluflúgvingina, og geva møguleikar at taka við nýggjum vinnuligum avbjóðingum, eitt nú innan off-shore, oljuvinnu og ferðavinnu. Tað er týdningarmikið, at vit sum sjófarandi tjóð altíð eru til reiðar við bestu tænastu innan tilbúgving á sjónum. Hesum tryggleika borga nýggju tyrlurnar fyri.
Røðan hjá landsstýrismanninum:
Fyrst og fremst fari eg at ynskja leiðslu og starvsfólki í Atlantsflogi hjartaliga tillukku við nýggju tyrluni.
Atlantic Airways hevur síðani felagið varð sett á stovn fyri skjótt 28 ár síðani, verið í eini støðugari menning. Sjálvur haldi eg, at tað hevur verið ein fragd at fylgt felagnum øll hesi ár. Eitt felag, sum øll árini hevur havt kundan í miðdeplinum, og sum hevur savnað seg um at veita eina góða og professionella tænastu.
Hetta er tjóðarfelag okkara, sum vit øll eru errin av. Og tað er ikki av ongum. Avrikini tala fyri seg.
Minni errin eru vit ikki ein slíkan dag sum í dag, nú vit taka ímóti teirri fyrru av tveimum nýggjum AW139-trylum, sum komandi árini skulu tæna okkum øllum við innanoyggja tyrluflúgving, SAR-operatiónum, sjúkraflutningi og við vinnuligum ad-hoc flúgvingum.
Eg haldi tað eru góð 30 ár síðani, at fyrsta tyrlan kom til landið í samband við, at landsstýrið fór undir innanoyggja flúgvingina á fyrsta sinni. Tá var talan um sonevndu B212-tyrluna, sum var virkin til 2001. Tá var fyrsti 10-ára sáttmálin um SAR-flúgving gjørdur millum landsstýrið og Atlantic Airways. Í hesum sambandi útvegaði Atlantsflog sær eina nýggja B412-tyrlu, tær sonevndu Bell Tyrluna og í 2007 var enn ein tyrla av sama slag keypt til flotan.
Bell tyrlurnar mugu sigast at hava tænt okkum væl hesi seinastu 15 árini. Tænastan hevur verið bæði góð og álítandi, og eg haldi at tað ber til at siga, at fólk sum heild hava verið væl nøgd, ikki minst takka veri góðum starvsfólki hjá tyrludeildini í Atlantic Airways.
Men nú er tíðin komin at skifta hesar tyrlurnar út. Tær eru vorðnar gamlar og slitnar og liva ikki longur upp til altjóða krøv um trygd, sum við tíðini herðast alsamt. Tí var neyðugt at útvega sær nýggjar tyrlur, soleiðis at tyrluflúgvingin kring Føroyar kann framtíðartryggjast við einum nútímans og tíðarhóskandi tyrluflota.
Høvuðsendamálið við nýggja 10-ára tænastusáttmálanum, sum varð gjørdur millum landsstýrið og Atlantic Airways fyrr í ár, varð soleiðis eisini at útvega tvær nýggjar tyrlur. Atlantic Airways mælti til hesa nýggju tyrluna, sum vit síggja her, nevniliga AW139-tyrluna, sum flogskiparar og teknikarar longu hava royndir við í samband við offshore-uppgávur síðani 2008. Hetta er ein munandi sterkari, størri og nógv betri útgjørd tyrla enn gomlu Bell-tyrlurnar.
Sum eg skilji, so hava royndirnar við tyrluni verið góðar, og verður tyrlan mett at hóska seg væl til tær uppgávur, sum Atlantsflog røkir, eins og tyrlurnar sjálvandi liva upp til øll lógarkrøv og tilmæli frá Evropeiska loftferðslustandardinum hjá EASA (European Aviation Safety Agency).
Hesar nýggju tyrlurnar koma at framtíðartryggja tyrlutænastur í Føroyum í nógv ár frameftir, bæði tá tað kemur til innanoyggja flúgvingina, sum verður bæði skjótari, høgligari og tryggari. Og tá tað kemur til SAR-operatiónir við størri arbeiðsradius, ferð og neyðugu tøknini til at arbeiða undir vánaligum umstøðum ??? og eisini tá ið tað kemur til sjúkraflutning, bæði hvat ferð og kapasiteti viðvíkur.
Síðst, men ikki minst, so innibera nýggju tyrlurnar eisini, at møguleikarnir at taka við nýggjum vinnuligum avbjóðingum økjast, tað verði seg innan off-shore og oljuvinnu, tænastuvinnu í samband við øktan skipaflutning um Arktis ella virksemi knýtt at øktari ferðavinnu.
Tað er týdningarmikið, at vit sum sjófarandi tjóð altíð eru til reiðar við bestu tænastu innan m.a. tilbúgving á sjónum, so okkara sjófólk altíð kunnu kenna seg tryggan. Hesum tryggleika borga nýggju tyrlurnar eisini fyri.
Sum nevnt hava flogskiparar og teknikarar longu ognað sær royndir við nýggju AW139-tyrlunum og eg veit, at tit starvsfólk eru bæði dugnalig og nærløgd í tykkara arbeiði. Tí havi eg fult álit á, at tyrluflutningurin í Føroyum er í tryggum hondum, eisini í framtíðini.
Tykkum og okkum øllum ynski eg bestu eydnu og tillukku við nýggju tyrlunum enn einaferð.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald