2017-08-21 22:02
Klokkan 20:36 í kvøld fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá mynduleikunum í Hetlandi, at 333 metra langa ferðamannaskipið MSC Preziosa hevði brúk fyri at bjargingartyrlan fór til skipið eftir einum fólki.
Tað var læknin umborð á stóru skipinum, ið hevði givið boð um, at ein maður av manningini mátti undir læknahond á landi. Klokkan 21:17 var tyrlan hjá skipinum og fekk mannin hivaðan upp í tyrluna. Tað gekk væl, veðrið á leiðini var gott - hetta fór fram vestur úr Suðuroynni. Klokkan 21:52 lendi tyrlan við Landssjúkahúsið við manninum.
MSC Preziosa var tikin í sigling í 2013, og kostaði skipið 550 mió USD at byggja. Skipið er 333 metrar langt og 38 metrar breitt. Tað hevur 17 hæddir, og hevur pláss fyri 4345 ferðafólkum, og afturat tí telur manningin 1370 fólk. Skipið er heimahoyrandi á Panama.
Sí myndina av MSC Preziosa niðanfyri her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald