2015-10-16 04:43
Klokkan 10:51 í morgun fekk MRCC Tórshavn boð um, at tyrlan mátti fara eftir einum manni, sum var vorðin sjúkur.
Havbúgvin var tá staddur á Íslandsrygginum - á uml. 63N og 10,5V, og tí var neyðugt hjá Havbúgvanum at sigla móti tyrluni, tí bjargingartyrlan kann ikki flúgva so langt.
Gott og væl 5 tímar seinni, setti tyrlan seg á flogvøllinum í Vágum, og var maðurin koyrdur á Landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi á MRCC Tórshavn fyri JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald