JN

Tyrlan var eftir manni ið var dottin oman

...

2015-10-09 15:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár klokkan 11:55 var bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi boðsend eftir einum manni, sum var omandottin, tá hann rak seyð í Bø. Frá tyrludeildini hjá Atlantsflog verður sagt, at maðurin datt eini 10 til 20 metrar í einum skráningi. 

Tað varð torført hjá tyrluni at sleppa til mannin. Turbolensur var á leiðini, og vandi var fyri at tyrlan fór at taka í, og tí setti tyrlan bjaringingarmannin eini 50 metrar frá staðnum har maðurin lá. Fyri síðani skuldi bjargingarmaðurin taka børuna við sær til mannin, har hann so fekk mannin á børuna, og hálaði so børuna eini 50 metrar frá staðnum, sum maðurin lá, har tað bar til at hiva børuna uppí tyrluna. 

Tyrlan setti mannin av á Landssjúkrahúsinum klokkan 13:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder