2015-10-06 16:04
Um 08:30 tíðina í morgun, fekk tyrlan hjá Atlantsflog eitt útkall at fara til Slættaberg eftir einum manni. Slættaberg var eini 50 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, og tí var tyrlan noydd at bunkra í Klaksvík.
Tað gekk væl at fáa mannin í tyrluna, tó so at veðrið ikki var av tí besta. Tyrlan setti mannin av á Landssjúkrahúsinum klokkan 10:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald