JN

Tyrlan boðsend at fara eftir einum manni í Saksun

...

2018-05-10 20:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 10:43 fyrrapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var blivin illa fyri í fjøllinum í Saksun. 

Boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir manninum. Nógvi vindurin sum hevur verið í dag, gjørdi tað trupult at fáa mannin umborð á tyrluna. Maðurin bleiv hoistaður upp í tyrluna, sum síðani fleyg mannin suður á Landssjúkrahúsið, har tyrlan lendi klokkan 11:33.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder