JN

Tyrlan og bátar leita á Skálafjørðinum

...

2015-10-14 03:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um átta tíðina í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein neyðrakett varð sædd á Skálafjørðinum við Raktanga, tað skrivar portal.fo.

Tjaldrið, Lív og bjargingartyrlan leita nú á Skálafjørðinum, MRCC stendur fyri leitingini.

Enn er tó einki at finna, og av løgreglustøðini verður sagt, at teir bíða eftir nærri kunning frá MRCC.

Dagført kl 22:17: Tummas T leitar eisini á leiðini.

Les eisini: Leitingin er avblást.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder