2016-04-11 08:31

Í gjárskvøldið fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá løgregluni, at ein maður hevði brúk fyri hjálp á norðari síðu á Vágoynni.
Tað vóru tveir tilkomnir menn, sum høvdu leita sær í hagan ein túr. Mennirnir mistu hvønn annar burtur.
Tað var um 21-tíðina í gjárskvøldið at fráboðanin kom. Mynduleikarnir sendu bjargingartyrluna hjá Atlantsflog at leita eftir manninum.
Tað tók bara 48 minuttir frá tí, at fráboðanin kom, til at tyrlan lendi aftur á flogvøllinum við manninum, upplýsir MRCC fyri JN.fo í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald