2018-04-09 15:53

Klokkan 08:37 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður umborð á Havsand var illa fyri. Havsand var ávegis til Føroyar, og tá ið fráboðanin kom var Havsand staddur góðar 110 fj. eystur úr Føroyum.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, sum fór eftir manninum. Maðurin bleiv hoistaður uppí tyrluni í besta veðrið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 10:56.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald