2016-01-21 16:50
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur gjørt tveir sjúkraflutningar.
Á yvirlitinum á heimasíðuni hjá MRCC Tórshavn stendur at lesa, at tað eina útkallið kom í gjárskvøldið klokkan 20:19, tá boð komu at flyta ein sjúkling av Sandoynni, tyrlan flutti mannin til Landssjúkrahúsið, og tyrlan var í Havn um 21-tíðina.
Aftur í morgun vóru boð eftir tyrluni, klokkan 08:50 fekk MRCC boð um, at tað var neyðugt at fáa flutt ein sjúkling av Skúgvi, tann sjúklingurin var eisini sendur á Landssjúkrahúsið, tyrlan var í Havn beint áðrenn klokkan 10 í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald