2017-11-07 07:42

Klokkan 01:17 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni til Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun um 2-tíðina í nátt. Tyrlan fekk persónin umborð, og fleyg so til Havnar, har hon lendi við Landssjúkrahúsið eitt korter yvir tvey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald