2017-09-19 22:35

Klokkan 15:03 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa ein sjúkling av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Tyrlan lendi í Skopun klokkan 15:30, og flutti síðani persónin til Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 15:40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald