2017-07-26 22:29

Klokkan 16:57 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón úr Húsavík í Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Húsavík klokkan 17:40, og tók persónin umborð á tyrluna. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 17:47.
Hetta var sjúkraflutningur nummar 22 hjá bjargingartyrluni í ár, sama tíðarskeið í fjør hevði tyrlan gjørt 45 sjúkraflutningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald