JN

Tyrlan gjørdi ein sjúkraflutning í gjár

...

2021-07-14 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14:45 seinnapartin í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun 15:10 har hon fekk persónin umborð. Klokkan 15:20 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder