JN

Tyrlan flutti ein mann av einum seksaringi á Landssjúkrahúsið

...

2016-03-15 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 15:46 í dag, fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at ein maður var smallin um, umborð á einum seksaringi, tað vóru tveir menn við hesum útróðrarbátinum, sum var staddur vestanfyri.

MRCC Tórshavn setti seg í samband við ein lækna. Læknin gav boð um, at maðurin mátti flytast á Landssjúkrahúsið sum skjótast. MRCC Tórshavn sendi síðan boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir manninum. Ein av manningini á bjargingartyrluni var heysaður niður á útróðrarbátin, og fekk so mannin umborð á tyrluna. ??tróðrarbáturin var staddur 10 fjórðingar vestur úr Sandoynni, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini fyri JN.fo í kvøld.

Tyrlan fekk flutt mannin á Landssjúkrahúsið. Frá tí at MRCC Tórshavn fekk boðini frá útróðrarbátinum, og til maðurin var á Landssjúkrahúsinum gingu 51. minuttir, so sigast kann, at tað hevur gingið skjótt fyri seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder