JN

Tyrlan fór eftir manni ið var staddur 60 fj. úr landi

...

2016-06-19 18:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um middagsleitið í dag fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at ein maður umborð á Steintór hevði fingið skaða.

Í fyrstu atløgu helt manningin umborð á Steintór at skaðin ikki var so álvarsligur, men nakað seinni vórðu boð send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflog, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn við JN.fo.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog fór úr Vágum klokkan 15:51, og setti kóst móti Steintór ið var staddur 60 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Veðrið á leiðini var gott, og tað gekk væl at fáa mannin umborð á bjargingartyrluna, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn.

Tyrlan lendi við manninum á Landssjúkrahúsinum klokkan 17:22. 

Skaðin maðurin fekk er ikki lívshættisligur.

Á yvirlitinum hjá MRCC, sæst at hetta var uppgáva nummar 52 hjá tyrluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder