2016-02-25 23:47

MRCC hevur í dag fingið tvær fráboðarnir frá flogførum, ið hoyrdu eitt signal, tá ið tey flugu yvir Føroyum.
MRCC sendi bjargingartyrluna at leita, hvar í signalið kom frá. Bjargingartyrlan fór fyrst norðum Føroyur, og so eysturum, teir funnu útav at signalið kom frá einum báti í báthylinum í Leirvík.
Tað vísti seg, at ein bátur í báthylinum í Leirvík sendi signalið út, sigur MRCC við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald