JN

Tyrlan flutti sjúkling í gjárskvøldið

...

2016-02-27 17:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at tað varð neyðugt at flyta ein sjúkling til Havnar við bjargingartyrluni.

Tað var klokkan 23:06 í gjárskvøldið, at MRCC fekk eina fráboðan um, at tað ein sjúklingur á Sandoynni mátti flytast á Landssjúkrahúsið. Tyrlan var boðsend, og hon flutti sjúklingin á tyrlupallin við Boðanes, stendur at lesa á heimasíðuni hjá MRCC, har ein sjúkrabilur síðani flutti sjúklingin á Landssjúkrahúsið.

Hetta var sjúkraflutningur nummar 16 í ár, umframt tað hevur tyrlan havt 4 aðrar uppgávur frá MRCC, sæst á heimasíðuni hjá MRCC.

Les eisini: Sverri var eftir báti í Hestfirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder