2016-03-31 18:00

Klokkan 09:10 í morgun fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at ein sjúklingur mátti flytast úr Suðri og norður til Havnar. MRCC-støðin sendi bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways eftir sjúklinginum.
Tyrlan hjá Atlantic lendi í Suðri klokkan 10:46, tyrlan fekk síðani flutt mannin til Havnar har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 11:04, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini fyri JN.fo.
Tyrlan hevur gjørt 21 sjúkraflutningar, harafturat hevur hon havt 8 aðrar uppgávur fyri MRCC í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald