2015-09-29 04:36
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog var í dag boðsend, at flyta ein hollendskan sjómann á Landssjúkrahúsið, tað upplýsur vakthavandi á MRCC Tórshavn fyri JN.fo.
Frank Bonefaas, sum er skipið maðurin var við, var norðanfyri Føroyar tá tyrlan var boðsend eftir manninum, sum hevði fingið skaða í hondina.
Tyrlan fór á flog klokkan 15:20, og klokkan 17:00 var maðurin á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald