2015-07-22 04:46
Tyrlan hjá Atlantic Airways var í kvøld boðsend, at koma eftir einum ferðafólki á ferðamannaskipinum BRAEMAR, sum var statt einar 30 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Ferðafólkið var dottið og hevði fingið løst í ryggin. Tyrlan kom til Havnar við sjúklinginum tá ið klokkan var farin av 23 í kvøld, tað sigur MRCC fyri JN.fo.
BRAEMAR hevur vitjað á Havnini í dag, tað loysti um 18-tíðina í kvøld, og hevur nú kós til Reykjavíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald