2017-09-25 07:01

Klokkan 22:03 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eina barnakonu av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var í Froðba 40 min seinni, har hon tók barnakonuna umborð, og flutti hana norður á Landssjúkrahúsið í Havn. Tyrlan lendi í Havn klokkan 23:05.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald