2018-02-05 22:20

Klokkan 16:47 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni, og norð á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 17:35, har hon fekk persónin umborð, og flutt hann til Havnar har hon lendi klokkan 17:56.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald