2016-04-15 17:46

Seinnapartin í dag flutti tyrlan ein mann av Kambi á Landssjúkrahúsið.
MRCC fek boðini kl. 13.40 - boðini vóru, at ein maður umborð á Kambi, sum var staddur sunnalaga á Munkagrunninum, mátti flytast á Landssjúkrahúsið.
Tyrlan var stødd í rutuflúgving og kundi tí ikki fara beinanvegin, men kl. 17.25 var tyrlan við tyrlupallin á Landssjúkrahúsinum við skadda manninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald