2018-01-05 07:58

Klokkan 05:51 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eina barnakonu av Sandoynni, og á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór til Skopun eftir barnakonuni, og flutti hana til Havnar. Tyrlan lendi við Landssjúrahúsið klokkan 06:45.
Hetta var fyrsta uppgávan hjá bjargingartyrluni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald