2018-02-16 20:53

Klokkan 06:52 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður umborð á Norðingi var blivin illa fyri. Norðingur var tá á veg suðureftir, skuldi til svartkjaftafiskiskap í altjóða sjógvi.
Boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var hjá skipinum klokkan 07:36. Sjálvt um tað var nakað av aldu á leiðini gekk tað væl at fáa mannin umborð á tyrluna. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 08:03, upplýsir vakthavandi á MRCC støðini fyri jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald