2017-09-08 14:04

Klokkan 08:54 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Suðuroynni, og norð á Landssjúkrahúsið í Havn.
MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var í Froðba klokkan 12:17, har hon tók persónin umborð, og flutti hann norður á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 12:50.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald