JN

Tyrlan aftur gjørt ein sjúkraflutning í dag

...

2017-07-27 19:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 18:35 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni, og undir læknahond á Landssjúkrahúsinum.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum stutt eftir var í luftini og setti kós til Froðba har hon lendi klokkan 19:06. Tyrlan fekk persónin umborð, og setti kós móti Havnini har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 19:22.

Tyrlan gjørdi eisini ein sjúkraflutning í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder