2016-06-06 23:17

Fyri aðru ferð í dag, hevur verið boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.
Fyrr í dag hevði ein persónur brotið beinið í Mykinesi, les um tað her.
Klokkan 22:54 fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at brúk var fyri at fáa flutt ein sjúkling av Sandoynni. Klokkan 23:16 fór bjargingartyrlan úr Vágum, og setti kós móti Skálavík, har hon lendi klokkan 23:30. Klokkan 23:43 hevði bjargingartyrlan flutt sjúklingin á Landssjúkrahúsið.
Bjargingartyrlan hevur nú gjørt 47 uppgávur fyri MRCC í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald