Fíggjarætlan 2016 fyri Tvøroyrar Kommunu
Tvøroyrar býráð samtykti á fundi hin 09.12.2015 fíggjarætlanina fyri 2016. Seinastu árini eru gjørdar stórar íløgur í havnalagið og í ítróttardepilin við Stórá, og er hetta at fegnast um. Til komandi ár hevur Tvøroyrar býráð valt at raðfesta barnafamiljurnar frammalaga í fíggjarætlanini við at fremja ymisk tiltøk, ið m.a. koma teimum til góðar.
Rentur og avdráttir
Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2016 sett kr. 4 mió. av til avdráttir av láni og kr. 1,286 mió. av til rentur av lániskuld. Tá kommunuskuldin var hægst, var hon omanfyri átta álíkningar. Við árslok 2015 er skuldin niðanfyri eina álíkning. Hetta ynskir býráðið, at borgarin í kommununi skal kenna ágóðan av í 2016.
Rakstur
Raksturin er mettur at geva eitt yvirskot á 11,864 mió í 2016.
Av átøkum, ið býráðið hevur samtykt í fíggjarætlanini fyri 2016 kunnu nevnast:
Skattaprosentið og barnafrádráttur
Tvøroyrar kommuna hevur í nógv ár havt millum hægstu skattaprosent í landinum á 23,5%. Býráðið hevur longi havt eitt ynski um at lætta um hjá borgarunum í kommununi og sum ein liður í hesum, hevur býráðið valt at lækka skattaprosentið við 1,05% niður á 22,45% í 2016. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár kr. 5.000,-
Inntøkurnar av persónsskatti eru í 2016 mettar til kr. 54,098 mió. og inntøkurnar av partafelagsskatti til kr. 1 mió.
Ansingargjøld
Eisini gjøldini á barnaansingarøkinum hava í fleiri ár verið millum tey hægstu í landinum og goldið hevur verið fyri allar 12 mðr. í árinum. Tvøroyrar býráð hevur í samband við fíggjarætlanina fyri 2016 havt eina ætlan um at lætta um hjá barnafamiljunum. Tí hevur býráðið samtykt at lækka flestu ansingargjøldini munandi, so at prísurin fyri barnaansing í 2016 verður hesin:
Vøggustovupláss: 1.900,- um mðr. í 11 mðr.
Barnagarðspláss: 1.900,- um mðr. í 11 mðr.
??tibarnagarðspláss: 1.800,- um mðr. í 11 mðr.
Dagrøktarpláss: 1.800,- um mðr. í 11 mðr.
Frítíðarskúlapláss: 1.200,- um mðr. í 11 mðr.
Hetta viðførir, at eitt pláss í vøggustovuni verður 34,28% bíligari árliga, eitt barnagarðspláss 18,99% bíligari árliga, eitt dagrøktarpláss fyri børn undir 3 ár 17,50% bíligari árliga og eitt dagrøktarpláss fyri barn yvir 3 ár, eitt pláss í útibarnagarðinum og eitt pláss í frítíðarskúlanum verða 8,33% bíligari árliga.
Harumframt verður systkinaavslátturin broyttur soleiðis, at goldið verður fult fyri dýrasta plássið, næsta plássið fær kr. 300,- í avslátri um mánaðin og triðja og fylgjandi pláss fáa kr 600,- í avslátri um mánaðin.
Nýggj átøk
Í 2016 verða eisini settar í verk skipanir við tíðaravmarkaðari parkering og við upptøku av djórum.
Íløgur
Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2016 sett 15,274 mió. av til íløgur í kommununi. Hesar íløgur verða í høvuðsheitum býttar soleiðis á økini:
§1. Fyrisiting: 147.000,-
§3. Børn og ung: 350.000,-
§4. Undirvísing: 700.000,-
§5. Mentan og frítíð: 315.000,-
§6. Teknisk mál: 9.827.000,-
§7. Kommunal virki: 3.935.000,-
Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku áljóðandi kr. 4 mió.
Tvøroyri, hin 09.12.2015
Tvøroyrar býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald