2016-02-07 02:01
Tvey føroysk skip eru ávegis til Ísland á lodnuveiðu.
Fagraberg loysti í gjárkvøldið, teir fara fyrst inn á Eskifjørðin eftir útgerð, teir verða har tíðliga í kvøld.
Norðborg, sum kom í Ánirnar í gjár - undan Íslandi - við fullari last av heilfrystari lodnu, loysti longu aftur í dag, teir verða á fiskileið í morgin. Fyrra túrin royndi Norðborg eystur úr Langanesi, teir fara helst aftur um somu leið. Har royndu eitt íslenskt og eitt grønlenskt skip.
Vit skiltu á Jón Rasmussen, sum er skipari á Norðborg, at teir royndu langt úr landi, hann segði eisini, at lodnan gekk eystureftir, tá ið teir fóru at sigla heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald