2015-05-08 15:15
Tvey ferðsluóhapp vóru í Norðstreymi um 8.30 tíðina í morgun.
Tað fyrra hendi í Hósvík, tá ein bussur hjá Bygdaleiðum rendi á ein lítlan lastbil hjá LV, bilførarin á lastbilinum varð fluttur á sjúkrahús við smáskaða.
Hitt óhappið hendi í rundkoyringini í Kollfjarðadali, har tveir bilar rendu saman, annar bilurin fór út av vegnum - har hendi eingin fólkaskaði.
Myndirnar eru tiknar í Kollfjarðadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald