Í morgun koma tvey ferðamannaskip á Havnina, tað fyrra kemur klokkan 06 og hitt kemur um 8 tíðina. í morginárini.
Talan er um Black Watch, sum hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir.
Black Watch er bygt í Finnlandi og var tikin í sigling í 1972. Skipið var fyrst heimahoyrandi í Norra frá 1972 til 1988. Tá tið tað skifti at sigla undir flagginum hjá Bahamas tað gjørdi tað fram til 1998 tá ið tað aftur fór undir norsk flagg fram til 2001. Síðani 2001 hevur tað verði heimahoyrandi á Bahamas.
Nøvn hjá skipinum:
- 1972???1991:Royal Viking Star
- 1991???1994:Westward
- 1994???1996:Star Odyssey
- 1996???present:Black Watch
Skipið er umbygt fleiri ferðir og tekur nú 820 ferðafólk. Tað er 205 metrar langt og 25 metrar breitt. Tað leggur leiðina henda vegin eftir at hava verið í Stornoway í Skotlandi. Tað fer víðari til Íslands seinnapartin í morgin.
Hitt skipið er Star Legend
Star Legend er bygt í Týsklandi og var tikin í sigling í 1992. Skipið var fram til 1996 heimahoyrandi á Bahamas tá ið tað skifti til at sigla undir norskum flaggi. Tað gjørdi tað fram til 2001 tá tið aftur fór at sigla undir flagginum hjá Bahamas.
Skipið er 135 metrar langt og 20 metrar breitt. Tað tekur 208 ferðafólk og 164 fólk telur manningin.
Star Legend leggur leiðina henda vegin eftir at hava verið í Norra.
Nøvn hjá skipinum:
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald