Vinna

Tvey ferðamannaskip á Kollafirði

...

2017-07-12 06:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun eru tvey ferðamannaskip komin á Kollafjørð, taln er um skip sum hava vitjað í Føroyum fyrr. Tey eru Astor og Saga Pearl II.

Astor var tikin í sigling í 1987 og kostaði 65 mió $ at byggja, tað er bygt í Týsklandi. Tað er 176 metrar langt og 22 metrar breitt. Tað tekur 650 ferðafólk og manning telur 300 fólk. Skipið er heimahoyrandi á Bahamas.

Nøvn hjá skipinum:

  • 1987???1988:Astor
  • 1988???1991:Fedor Dostoyevskiy
  • 1991???1995:Fedor Dostoevskiy
  • 1995 onwards:Astor
Saga Pearl II er bygd í Hamburg og var tikin í sigling í 1981. Skipið er 164 metrar langt og 22 metrar breitt. Tað hevur pláss fyri 602 ferðafólkum og manning telur 220 fólk. Tað er heimahoyrandi á Malta.
Nøvn hjá skipinum:
  • 1981???1985:Astor
  • 1985???2002:Arkona
  • 2002???2010:Astoria
  • 2010???2012:Saga Pearl II
  • 2012???2013:Quest for Adventure
  • 2013 onwards:Saga Pearl II

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder