Ítróttur

Tvey bronsuheiðursmerki í badminton

...

2017-07-01 01:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag varð spælt um heiðursmerkini í badminton. Gull-, silvur- og bronsuheiðursmerkini skuldu deilast út. Føroyar var umboðað í trimum dystum. Einmansleiki hjá kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki.

Tá ið avtornaði, so høvdu vit tryggja okkum tvey bronsuheiðursmerki og fóru ikki tómhent heim aftur av hesum oyggjaleikunum.

Rannvá Djurhuus Carlsson vann bronsu í einmansleiki, og saman við Niclas Eysturoy vann hon somuleiðis bronsu í blandaðum tvímansleiki.

Oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni - øll hava stríðst og kempað fyri Føroyar í eina viku, eru nógvar upplivingar ríkari og bíða spent eftir næstu avbjóðing.

"Badminton hevur nógv gott í væntu í framtíðini. Vit hava eitt ungt lið, sum hevur staðið seg gott á oyggjaleikunum, og sum vit eru errin av", sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya.

Ljósið í hallunum er sløkt og gøturnar í Visby eru við at tømast. Íðkarir, áskoðarir, venjarir, leiðarir og onnur venda nøsini heim aftur til oyggjarnar. Oyggjaleikirnir 2017 eru av á hesum sinni - takk fyri Gotland!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder