JN

Tveir triðingar halda, at Bíblian er Guds orð

...

2018-03-01 22:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sum triðji partur í sjónvarpsrøðini avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um Bíbliuna. Kanningin spurdi:

Tá hugsað verður um Bíbliuna, hvørjari av hesum útsagnum ert so mest samd/ur í?

- Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum.

- Bíblian er innblást av Gudi, men hon er skrivað av menniskjum, treytað av síni samtíð og skal tí tulkast inn í okkara samtíð.

- Bíblian er ikki innblást av Gudi, men hon kann kortini innihalda nakrar gudgivnar sannleikar.

- Bíblian er skrivað av menniskjum og er ikki innblást av nakrari hægri makt. Hon hevur tí ikki hægri myndugleika enn aðrar bøkur.

Og úrslitini vóru soljóðandi:

31 % svaraðu, at ???Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum???. 39 %, svaraðu, at ???Bíblian er innblást av Gudi, men hon er skrivað av menniskjum, treytað av síni samtíð og skal tí tulkast inn í okkara samtíð???, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder