JN

Tveir tilburðir í gjár

...

2021-07-01 21:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tann eini persónurin fekk staðfest smittuna við kanning við komu til Føroya, meðan tað er ógreitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður

1300 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 310.33 kanningar.

778 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 764 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 13 persónar smittaðir við koronu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder