JN

Tveir smittutilburðir í gjár

...

2021-06-18 11:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Báðir tilburðirnir hava samband við hvønnannan, men tað er ikki greitt, hvør smittukeldan er.

721 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 296.144 kanningar.

760 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 744 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 15 persónar smittaðir við koronu. 39 fólk eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder