A-landsliðið hjá kvinnum vann eisini seinna dystin móti Stóra Bretlandi. Sigurin var tó ikki so stórur sum í gjár ??? í dag var úrslitið 24-18, eftir 10-8 í hálvleikinum.
Bretska liðið tóktist meira tendra í dag og fylgdust liðini fyrstu 20 minuttirnar av dystinum. Føroyska liðið hevði trupulleikar í álopinum, men loysnaði fyri hesum, tá Eir Berg kom inn um miðjan fyrra hálvleik. Eir var ein støðug hóttan og gjørdist hon eisini topskjútti í dag við 6 málum. Fríða Petersen stóð eisini væl í málinum í fyrra hálvleiki og hevði hon fleiri góðar bjargingar.
Málskjúttar:
Eir M. Berg 6
Turið A. Samuelsen 3
Anna Brimnes 3
Brynja Høj 3
Marianna H. Jacobsen 2
Fríðrún Danielsen 2
Bjarta O. Johansen 1
Birita Jacobsen 1
Agnas Olsen 1
Rebekka Justinussen 1
Helga Kjærbo 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald