Ítróttur

Tveir dystir í Atlantic Airways kappingini í kvøld

...

2013-10-09 13:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Hoyvík møtast H71 og Neistin í kvøld. Vit hava fingið Teit Joensen at meta um dystin í Hoyvík.

H71 ??? Neistin - klokkan 19:00

Liðini hava bæði fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið og eru í løtuni ósigrað, og tí er talan um toppuppgerð í Atlantic Airways-kappingini, sjálvt um vit enn eru ómetaliga tíðliga í kappingini. Hyggja vit eftir teimum báðum liðunum og gongdini seinnu árini, so er lítið at taka seg aftur í, at H71 er favorittur í hesum dystinum. Teir hava myndað oddin í fremstu mansdeildini tey bæði síðstu árini, meðan Neistin í sínum lag hevur framt eitt ættarliðsskifti, og hetta tekur tíð. Longri tíð, enn nógv í grundini munnu geva sær far um. Eg meti ikki, at Neistin er komið nóg langt við menningini av nýggja, unga liðnum, til at teir longu nú kunnu bjóða av heilt frammi í oddinum. Hinvegin telist H71 enn millum liðini, sum kunnu gera seg galdandi í stríðnum um eitt finalupláss, sjálvt um teir hava mist onkrar leikarar í summarsteðginum, og hetta er høvuðsgrundin til, at eg meti teir sum favorittur undan dystinum í Hoyvíkshøllini í kvøld. Hóast favorittleikluturin liggur hjá heimaliðnum, so vænti eg tó als ikki, at H71 fer at fáa nakran lættan dyst. Neistin hevur júst vunnið ímóti Kyndli, sum av mongum verður mett sum ein av størstu kandidatunum til eitt pláss í FM-finaluni, og okkurt bendir á, at liðið er eitt vet sterkari, enn tað var í fjør. Hyggja vit so eftir úrslitunum millum H71 og Neistan í Hoyvíkhøllini í fjør, so høvdu hoyvíkingar faktiskt stórar trupulleikar við Neistanum. Tí vænti eg, at Neistin aftur hesa ferð fer at geva H71 ein skarpan gang, og at talan fer at gerast um ein bæði javnan og spennandi dyst. Eg trúgvi tó, at tað fer at koppa til fyrimuns fyri H71 í avgerandi løtunum av dystinum. H71 ??? Neistin 25-23


KÍF - VÍF - klokkan 20:00

Vænti hetta verður ein gysari av teimum heilt stóru har høllin í Vestmanna allarhelst fer at vera skítfull og kóka til seinastu løtuna. So verður spurningurin hvat lið megnar at halda høvdið mest kalt. KÍF hava fingið Tony aftur og er tað ein avgjørdur styrkur, sum heilt víst fer at hjálpa teimum nógv. Hinvegin so meti eg, at VÍF hevur kanska besta liðið í landinum um hugt verður eftir breidd og styrki á teimum bestu leikarunum. Hetta eru eisini tvey lið, sum hava frálíkar málverjar so málini áttu ikki at verið so mong í tali, men við tí frálíka álopsspælinum hjá liðunum vænti eg, at tað koma sera nógv mál. Eisini eru liðini vanliga garantar fyri mongum skjótálopum. VÍF - KÍF 33-32.

Hetta segði Ásbjørn Nielsson Nattestad um dystin, sum skuldi vera í Vestmanna í vikuskftinum, men tann dysturin er fluttur til Kollafjarðar. Ásbjørn sigur at hann metur enn at VÍF vinnur dystin.

Sí eisini listan yvir toppskjúttarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder