Politikkur

Tveir nýggir serlæknar

...

2021-07-13 20:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið sjúkrahúsverkinum fíggjarliga tilsøgn til tveir nýggjar serlæknar, ein eygnalækna og ein lungnalækna. Tørvurin á serlæknum er stórur, og tess fleiri tað eydnast at seta, umframt at pengar verða brúktir til konsulentar, tess skjótari kann málið um viðgerðartrygd á øllum økjum røkkast.

Pengar verða nú tøkir til at seta enn ein eygnalækna og enn ein lungnalækna í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, givið tilsøgn um. Pengarnir skulu takast av serligu fíggjarlógarjáttanini til serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk, sum seinastu árini hevur verið 3,2 milliónir krónur árliga.

Eydnast tað at seta nýggju serlæknarnar, verða tilsamans fýra eygnalæknar og tveir lungnalæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Umframt fíggjarligu tilsøgnina til nýggju serlæknastørvini hevur landsstýrismaðurin eisini givið tilsøgn til, at ein partur av játtanini í ár kann nýtast til konsulentar at minka um bíðilistarnar.

Tørvurin á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólkum er ein áhaldandi avbjóðing, og landsstýrismaðurin leggur stóran dent á alla tíðina í størst møguligan mun at royna at nøkta henda tørvin. Serlæknar og serútbúgvið heilsustarvsfólk eru nevniliga avgerandi fyri, at tað skal bera til hava flest møguligar viðgerðir í Føroyum og fyri at røkka málinum um viðgerðartrygd á øllum økjum.

Eg fegnist um, at tað støðugt legst afturat við serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Vit hava góð samstørv við útlendsk heilsuverk, men eg vil tó framhaldandi arbeiða fyri, at vit fáa fleiri serlæknar settar í Føroyum, soleiðis at vit í minni mun noyðast at senda sjúklingar uttanlands til viðgerðar. Hetta er ein betri loysn fyri sjúklingarnar, og avlastar harumframt læknarnar, sum longu eru í føroyska heilsuverkinum. Eisini er uppstigan av serlæknaøkjunum týdningarmikil fyri, at vit kunnu røkka okkara málum um viðgerðartrygd.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder