JN

Tveir útróðrabátar bóðu um hjálp

...

2016-03-17 23:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag bóðu tveir av smærru útróðrarbátunum um hjálp, ti teir høvdu trupuleikar.

Tíðliga fyrrapartin bað ein bátur um hjálp, sum hevði fingið motortrupuleikar í Sørvágsfirði, ein útróðrarbátur kom bátinum til hjálpar og fekk sleipað hann inn til Sørvágs.

Seinnapartin var bjargingarbáturin Vón boðsendur at hjálpa einum báti ið eisini hevði fingið motortrupuleikar á Norðhavinum. Vón sleipaði bátin til Eiðis, upplýsir MRCC Tòrshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder